
Uppliv hugtakandi Amsterdam
Ein stórbýur fullur av lívi, søgu, mentan og óteljandi upplivingum
Amsterdam er ein heilt serligur stórbýur, har søga og nútíð møtast í einum hugnaligum og livandi umhvørvi. Við sínum vøkru kanalum, eyðkendu húsum, hugnaligu kaffistovum og spennandi handlum hevur býurin nakað at bjóða øllum.
Far ein túr fram við hugtakandi kanalunum, njót hugnaliga býarlívið ella vitja heimskend søvn sum Van Gogh Museum og Rijksmuseum, har tú kanst uppliva nøkur av heimsins størstu listaverkum. Eitt annað serligt upplivilsi er Anne Frank-húsið, sum gevur eina sterka og rørandi mynd av lívinum undir seinna heimsbardaga.
Shopping, hugni og stórbýarlív
Amsterdam er eisini eitt satt paradís fyri tey, sum elska at shoppa. Her finnur tú alt frá stórum handilsgøtum og kendum altjóða merkjum til smáar, spennandi serhandlar, lokalt handverk og hugnaligar marknaðir.
Millum upplivingarnar kanst tú seta teg á eina av mongu kaffistovunum, njóta ein góðan bita ella bara lata teg bergtaka av serliga stemninginum í býnum.
Hvørt tú droymir um romantiskar løtur við kanalirnar, stórsligna list, søguligar upplivingar ella ein góðan shoppingtúr, er Amsterdam eitt ferðamál, sum hevur alt – og eitt sindur afturat!
Ferðin til Amsterdam
Prísur úr 8.495 kr. fyri hvønn persón
Við beinleiðis flogferð úr Føroyum gongur leiðin til hugtakandi Amsterdam, har tú kanst njóta tríggjar nætur á 4-stjørna hotellinum Park Inn by Radisson Amsterdam City West. Hotellið er nýmótans og snotuliga innrættað við væl útgjørdum kømrum, matstovu og hugnaligari barr. Tað liggur væl fyri nær við Amsterdam Sloterdijk-tokstøðina, haðani tú við toki lættliga sleppur inn í miðbýin og allar tær spennandi upplivingarnar, sum Amsterdam hevur at bjóða.
Amsterdam er ein býur, sum skal upplivast – bæði við sínum kendu ferðamálum og teimum smáu, hugnaligu løtunum, sum gera ferðina heilt serliga.
Gjaldstreytir
-
Depositum: 1.500 kr. (verður ikki endurrindað).
-
Restgjald: Skal gjaldast áðrenn 1. februar
Ger dreym til veruleika – tryggja tær pláss og gleð teg til eina minningarríka ferð til Amsterdam!
Park Inn by Radisson Amsterdam City West****
v/morgunmati og beinleiðis flogferð:
Einkultkamar: 9.995 kr./pr. persón
Dupultkamar: 8.695 kr./pr. persón
Trímanskamar Superior: 8.495 kr./pr. persón










