top of page

Um Eventz

Eventz er ein føroysk fyritøka, sum fyriskipar serstakar og ógloymandi ferðir, tiltøk og upplivingar fyri føroyingar – bæði heima og uttanlands.

Við drúgvum royndum innan fyriskipan av ferðum, tiltøkum og undirhaldi, arbeiða vit fyri at skapa upplivingar, sum savna fólk og geva minnir fyri lívið. Vit fyriskipa ítróttarferðir, konsertir, starvsfólkatúrar, fyritøkutúrar, bólkaferðir og aðrar serligar upplivingar, har dygd, trygd og góð fyriskipan altíð eru í hásæti.

Gjøgnum árini hava vit sent túsundtals føroyingar til stórar ítróttar- og mentanarhendingar kring Evropa. Vit hava millum annað skipað fyri vælumtóktum ferðum til Amsterdam, Oslo, Dublin og nógv onnur spennandi ferðamál, har okkara kundar hava fingið upplivingar, tey minnast leingi.

 

Fyriskipan av ítróttarferðum

Eventz hevur gjørt seg serliga galdandi innan ítróttarferðir. Gjøgnum árini hava vit fyriskipað ferðir til EM- og HM-endaspøl í hondbólti, landsdystir, fótbóltsdystir og aðrar altjóða ítróttarhendingar, har føroyskir áskoðarar hava verið við til at skapa ein serstakan stemning.

Vit taka okkum av øllum tí praktiska – frá flogferð og gisting til flutning og atgongumerki – soleiðis at okkara kundar kunnu njóta upplivingina uttan stúran.

Meira enn ferðir

Eventz er tó nógv meira enn ein ferðafyriskipari. Vit samstarva eisini við fyritøkur, feløg og stovnar. Vit hjálpa við starvsfólkatúrum, kundatiltøkum, ráðstevnum, jubileum og øðrum serligum tiltøkum, har hvør loysn verður lagað eftir tørvi og ynskjum hjá kundanum.

 

Okkara uppgáva er at gera tað lætt, trygt og professionelt at fyriskipa góðar upplivingar – frá fyrstu hugskotum til seinasta smálut.

Royndir innan altjóða undirhald

Okkara toymi hevur drúgvar royndir innan undirhaldsvinnuna og hava í nógv ár arbeitt við festivalum, konsertum og stórum tiltøkum. Gjøgnum árini hava vit verið við til at bóka og samstarva við nøkur av størstu altjóða tónleikanøvnunum.

Millum hesi eru:

  • Bryan Adams

  • Flo Rida

  • James Blunt

  • Anastacia

umframt fleiri onnur kend nøvn á altjóða og norðurlendska tónleikapallinum.

 

Hesar royndirnar hava givið okkum eitt sterkt altjóða netverk og eina góða fatan av, hvat krevst fyri at skapa væleydnaðar upplivingar á høgum støði.

Vit eru

 

Turið Thomsen

Turið Thomsen hevur í fleiri ár verið ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Eventz og hevur staðið fyri fyriskipan av ferðum, konsertum og øðrum tiltøkum.

Hon er sera nærløgd og leggur stóran dent á, at hvør einstakur luttakari fær eina trygga, væl skipaða og góða uppliving. Við sínum góða yvirliti, arbeiðssemi og sansi fyri smálutum, tryggjar hon, at alt frá ferðing og gisting til upplivingar á staðnum gongur sum ætlað.

 

Hjá Turið snýr tað seg fyrst og fremst um at geva kundunum eina uppliving, ið tey kunnu gleðast um bæði undir og eftir ferðina.

 

Rúni Djurhuus

 

Rúni Djurhuus er ein av eigarunum av Eventz og hevur í meira enn 25 ár arbeitt við tiltøkum, konsertum og stórum upplivingum.

 

Hann er millum annað ein av høvuðsfyriskiparunum handan Voxbotn og Torsfest, sum í dag teljast millum størstu tónleikatiltøk í Føroyum. Gjøgnum árini hevur Rúni samstarvað við nógv av størstu nøvnunum innan altjóða tónleik og bygt upp eitt sterkt netverk innan altjóða undirhaldsvinnuna.

 

Hesar royndirnar og sambondini koma eisini kundunum hjá Eventz til góðar, tá ið nýggjar ferðir, konsertir og upplivingar verða fyriskipaðar.

 

Okkara lyfti

Tá tú velur Eventz, velur tú meira enn eina ferð ella eitt tiltak.

 

Tú velur royndir, tryggleika, nærveru og eina fyritøku, sum leggur seg eftir at skapa upplivingar, ið fólk tosa um langt eftir, at tær eru av.

 

Hvørt talan er um eina ítróttarferð, konsertferð, ein starvsfólkatúr ella eina skraddaraseymaða bólkaferð, kunnu vit hjálpa tær allan vegin – frá fyrstu ætlan til seinastu uppliving.

 

Eventz – upplivingar, felagsskapur og minnir fyri lívið.

bottom of page