
Minnast tit Amsterdam?
Nú gera vit tað aftur!
Í mars 2027 skal føroyska manslandsliðið aftur út í Evropa – og hesa ferð gongur leiðin til Budapest.
Vit minnast øll fantastiska stemningin í Amsterdam, har føroyingar savnaðust, sungu, stuðlaðu og settu lit á býin. Nú gera vit tað aftur – hesa ferð í vakra høvuðsstaðnum í Ungarn.
Kom við til Budapest og stuðla føroyska manslandsliðnum! Vit bjóða eina spennandi landsliðsferð til vakra høvuðsstaðin í Ungarn, har tú fært hondbólt, ferðaupplivingar og hugna í einum samlaðum pakka.
Fráferðin úr Føroyum er 11. mars 2027.
Heimferðin úr Budapest er 14. mars 2027.
Íroknað
-
Beinleiðis flogferð til Budapest (t/r)
-
Bussferð av flogvølli til hotel (t/r)
-
Ferðaavgjøld
-
Dystaratgongumerki
-
3 nætur á Park Plaza****
-
Morgunmatur
-
Sauna & fitness á hotellinum
Prísir úr kr. 8.990,-
fyri hvønn í dupultkamari
Gjaldstreytir:
-
Depositum: 2.000 kr. + avgreiðslugjald (verður ikki endurrindað)
-
Restupphæddin skal gjaldast í seinasta lagi 1. januar 2027.
Ein perfektur møguleiki at sameina landsliðshondbólt, góðan stemning og eina hugnaliga ferð til Budapest.
Avmarkað pláss — bílegg tína ferð í góðari tíð!
3 nætur á Park Plaza Budapest****
v/morgunmati, beinleiðis flogferð (t/r), bussferð av flogvølli til hotel (t/r), ferðaavgjøld, dystarbillettir
Einkultkamar: kr. 11.990,- (fyri hvønn)
Dupultkamar: kr. 8.990,- (fyri hvønn)
Trímanskamar: kr. 8.990,- (fyri hvønn)



