%20(1000%20x%20500%20px).png)
HM 2027 –
Kom við til bólkaspælið í Magdeburg
Vit hava skaffað atgongumerki og gera ein túr til Magdeburg!
Føroyska hondbóltslandsliðið skal til HM 2027 í Týsklandi – og nú hevur Eventz fingið fatur á atgongumerkjum til grundspælið í Magdeburg.
Kom við til Týsklands og stuðla okkara landsliði!
Saman kunnu vit fylla áskoðaraplássini við føroyskum litum, sangi og stemningi og geva okkara leikarum tann stuðulin, sum føroysku fjeppararnir eru vorðnir kendir fyri.
Hetta er við í pakkanum:
-
Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways Føroyar – Hannover – Føroyar
-
Bussflutningur – Hannover – Magdeburg – Hannover
-
5 nætur á 4 stjørnaða Maritim Hotel Magdeburg
-
Atgongumerki í CAT 3 til allar tríggjar dystirnar í grundspælinum
-
Føroyskt fjepparaøki, har vit sita saman og stuðla Føroyum
Dystir:
-
14. januar 2027
-
16. januar 2027
-
18. januar 2027
Ferðatíðarskeið:
-
14. – 19. januar 2027
Prísir úr kr. 11.500,-
fyri hvønn í dupultkamari
Gjaldstreytir
Depositum: kr. 2000,- (+kr. 30,- í avgreiðslugjaldi)
Depositum verður ikki endurgoldið við avlýsing.
Restgjaldið skal gjaldast í seinasta lagi 1. oktober 2026.
Bert 100 pláss – 50 kømur!
Vit hava bert 100 pláss / 50 kømur til hendan túrin.
Áhugin fyri føroyska landsliðnum er størri enn nakrantíð, so vilt tú uppliva HM, vera partur av føroyska fjepparahavinum og stuðla okkara landsliði í Magdeburg, ræður um at tryggja tær pláss!
Hevur tú spurningar? Ring á 23 55 11 ella skriva til eventz@eventz.fo
Vit gleða okkum at uppliva enn eitt føroyskt hondbóltsævintýr saman við tykkum!
5 nætur á Maritim Hotel Magdeburg ****
v/morgunmati, beinleiðis flogferð til Hannover (t/r), bussferð av flogvølli til hotel (t/r), ferðaavgjøld, dystaratgongumerki (3 dystir, cat. 3), ókeypis atgongd til svimjihyl




