
JÓLABRAKIÐ 2026
JOHN MARTIN | BYRTA | EYÐUN & TERJI
Leygarkvøldið 19. desember verður lagt upp til eina stóra tónleikaveitslu Við Tjarnir, tá Eventz Føroyar skipar fyri Jólabrakinum 2026. Á pallinum verða John Martin, BYRTA og Eyðun & Terji, og kvøldið fer at bjóða upp á stór hitt, felagssang og dans.
ALTJÓÐA HITTMAKARI TIL FØROYA
Svenski sangarin og sangskrivarin John Martin hevur eina rødd, sum milliónir kring heimin kenna. Hann gjørdist av álvara kendur sum røddin á stórhittinum Don’t You Worry Child hjá Swedish House Mafia og hevur eisini sett sín dám á Reload hjá Sebastian Ingrosso og Tommy Trash.
Síðani hevur John Martin givið út egnan tónleik, eitt nú Anywhere for You, Human og Wherever You Go. Í desember kemur hann til Føroya og fer á pall Við Tjarnir.
FØROYSKUR ELEKTROPOPPUR VIÐ BYRTA
BYRTA, mannaður av Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, hevur við sínum eyðkenda elektroniska poppljóði sett sín dám á føroyskan popptónleik.
Við fangandi løgum sum Loyndarmál og Norðlýsið hava tey ferð eftir ferð fingið áhoyrarar at syngja og dansa við. Á Jólabrakinum verður aftur høvi at uppliva BYRTA á stórum palli.
EYÐUN & TERJI – FØROYSKIR KLASSIKARAR
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava í áratíggju sett sín týðiliga dám á føroyskan tónleik. Eyðun er millum annað kendur úr Frændum, meðan Terji Rasmussen stendur aftanfyri eina røð av sangum, sum eru vorðnir partur av føroyska sangskattinum.
Tá Eyðun og Terji fara á pall saman við tónleikabólki, eru felagssangur og kend løg ein sjálvsagdur partur av upplivingini.
ATGONGUMERKJASØLAN BYRJAR 1. OKTOBER
Atgongumerkjasølan til Jólabrakið 2026 byrjar 1. oktober, og fyrstu dagarnar fáast atgongumerkini fyri serprísin kr. 350,- (+ avgreiðslugjald).
Tilboðið er galdandi til og við mánadagin 5. oktober á midnátt. Eftir hetta hækkar prísurin til kr. 450,- (+ avgreiðslugjald).
Atgongumerki fáast til keyps á eventz.fo og tjarnir.fo.
Dyrnar lata upp kl. 22.00, og Jólabrakið heldur fram til kl. 03.00.
Strangt 20 ára aldursmark.
Eventz Føroyar
